Visuel FÉ

TØGN OG HARÐSKAPUR Í NORÐRI

Innbjóðing til altjóða ráðstevnu á Fróðskaparsetrinum

Ráðstevnan er úrslit av samstarvi millum Université du Québec og Fróðskaparsetrið og verður á Hotel Brandan í Havn.

30. NOVEMBER OG 1. DESEMBER 2022


POUR LIRE CET APPEL À COMMUNICATIONS EN FRANÇAIS

TO READ THIS CALL FOR PAPERS IN ENGLISH


Kvirra og tøgn teljast millum tey fremstu eyðkennini í hugmyndum um Norður og eru úrslit av eini fatan av norðri sum ovurstórt, kalt, kavaklætt, stormbart, hvítt, vatnrætt, ævigt og uttan sjónlig ýti. Stutt sagt, mentanir í vesturheiminum skilmarkað norður sum fólkatómt.

Tøgn kann stundum verða áløgd og føra til harðskap. Tøgn, málloysi og smædni kunnu standast av kava og kulda, ið seta dám á fólk í Norðri. Hetta er enn meira soleiðis í avbyrgdum bygdum, har “reglur um tøgn” valda. “Aloftast tosa vit ikki”, skrivar skaldsøguhøvundurin úr Québec, Pierre Gobeil. Í myndlist eru stórbæru landsløgini hjá Mikines og Ingálvi av Reyni aloftast fólkatóm, og í málninginum “Skríggj” eftir Edvard Munch er rópið ljóðleyst. Kvirran í Norðri trokar seg inn á menniskjuni og kann gera tey málleys og soleiðis avnokta tilveru teirra. Ein trúboðari í Arktis minnir á heimspekingin Pascal, ið segði, at: “Æviga kvirran í hesum økinum ræðir meg”. Í norðurlendskum mentanum tosar mann um tagnarmentan.

Á hesi ráðstevnuni fara vit at kanna sambond millum “kvirru, tøgn og harðskap” í Norðri og Arktis í skaldsligum og mentanarligum lýsingum, í søgufrøðiligum tekstum og ferðafrágreiðingum. Vit hugsa m.a. um hesi evni:

·       Tøgn sum álagt moralskt virði

·       Tøgn ella málsligt sparsemi, sum kann eggja til harðskap

·       “Tagnarregla” í smáum samfeløgum, sum kann fjala út yvir harðskap móti minni mentum

·       Køvdar søguligar mentanir bæði hjá upprunafólkum og tilflytarum í kolonialum sjónarhorni

·       Sosial normalisering, ið fær einstaklingar at leggja seg undir sjálvvalda tøgn

Í samsvari við vísindaligu skránna hjá Altjóða starvsstovuni fyri gransking í hugmyndum um Norður, vetur og tí arktiska er “norður” at skilja í breiðari merking runt um Norðpólin, allar tær køldu pólmentanirnar og upprunafólkamentanir. Henda innbjóðingin er ætlað vísindastarvsfólkum, granskarum og studentum í hugvísindum og list, og hon er ætlað listafólki og rithøvundum.


Framløgurnar eru á enskum, og hvør fær 20 minuttir. Uppskot til framløgu við 10-20 reglum úrtaki skulu vera innsend í seinasta lagi 5. oktober 2022 til: imaginairedunord@uqam.ca. Upplýs eisini navn, starvsheiti og stovnstilknýti, bústað og teldubústað. Tey, sum senda inn, fá svar í seinasta lagi tann 15. oktober 2022. Ferða- og uppihaldsútreiðslurnar rinda luttakararnir sjálvir.

Ráðstevnan verður hildin á Hotel Brandan, Oknarvegur 2, 100 Havn, har tað ber til at bíleggja kamar fyri 850 DKK/nátt við morgunmati.

Tey, sum vilja koma og lurta, mugu tekna seg og sjálvi rinda fyri miðmálan.

Tiltakið er tann 17. altjóða ráðstevnan, sum Altjóða starvsstovan fyri gransking í hugmyndum um Norður, vetur og tí arktiska á universitetinum í Québec í Montreal, Kanada, skipar fyri. Eftir ráðstevnuna hava luttakararnir í boði at senda inn eina grein til eitt ráðstevnurit.

Fyriskiparar eru Daniel Chartier, professari á Université du Québec í Montréal, og Malan Marnersdóttir, professari á Fróðskaparsetri Føroya.


Vit takka Norðurlendska ráðharraráðnum, le Ministère québécois des Relations internationales et de la Francophonie, grunninum Belmont Forum og verkætlanini “NICH-Arctic”, universitetinum Université du Québec í Montréal, Énergir og Sentrinum fyri universitetsrannsóknir í bókmentum og mentan í Québec fyri stuðul til ráðstevnuna.


Innbjóðingin á føroyskum er her

To download the Call of papers in English

Pour télécharger l'appel à communication en français